Norrøna Felagið í Føroyum latið herðaklapp til svia

2017-03-24 08:06 Author image
Sigmund Vang

Á triðja sinni varð Norðurlendska Herðaklappið latið í hesi vikuni. Tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum á norðurlandadegnum 23. mars letur henda heiðurin til ein persón, ið hevur gjørt ein serligan innsats fyri at gera vart við Føroyar í Norðurlondum ella við Norðurlond í Føroyum.

Í ár var tað herbúgvandi sviin, Torbjörn Nyström, ið varð heiðraður við einum herðaklappi og einum gávukorti frá Atlantic Airways, upplýsir Norrøna Felagið í Føroyum .

Turid Christophersen, forkvinna í Norrøna Felagnum segði m.a. soleiðis um Torbjörn:

"Torbjörn er eitt av hesum sjáldsomu menniskjum, sum alla tíðina er úti um seg og fær ting at henda rundan um seg. Hetta hava limirnir í felagnum fyri svenskarar í Føroyum stóra gleði av, og ikki minst eisini limirnir í felagsskapinum Samfundet Sverige-Färöarna, har Torbjörn er ein av undangongufólkunum, hóast hann ikki longur býr í Svøríki, har felagsskapurin hevur sítt høvuðsvirki.

Tað, sum vit í dag lata eitt blómutyssi og herðaklapp fyri, er arbeiðið, sum Torbjörn hevur gjørt fyri at fáa til vega eina svensk-føroyska orðabók. Hann er ikki heilt einsamallur um hetta. Nanna Hermansson, ein fyrimyndarlig undangongukvinna í Samfundet Sverige-Färöarna og ein føroyavinur fram um nógv onnur, eigur eisini sín part av herðaklappinum, sum vit í dag geva Torbjörn.

Torbjörn og Nanna hava nærum einsamøll arbeitt fyrimyndarliga hesi seinastu árini við at fyrireika og vísa á møguleikar fyri at byggja upp eina orðabók, har møguleiki verður hjá øllum at leita sær forstáilsi millum føroyskt og svenskt mál. Arbeiðið er nærum sjálvboðið, tað er viljin og hugurin til at gera nakað munagott fyri felagsskapin, ið drívur verkið.

Sum vit hava skilt, er arbeiðið komið so mikið langt, at tað í nærmæstu framtíð er búgvið at verða latið leyst, og tað verður gjørt á stóra netgrundaða orðabókafelagsskapinum hjá Sprotanum, sum vit øll hava so ómetaliga stóra gleði av."

Hetta er triðja árið, at Norrøna Felagið gevur eitt herðaklapp. Fyri tveimum árum síðan heiðraðu vit útvarpsmannin Ragnar A. Jacobsen fyri hansara framfýsna arbeiða at breiða út norðurlendskan tónleik, og í fjør heiðraðu vit kokkin Leif Sørensen fyri hansara undangonguarbeiði fyri at menna og altjóðagera føroyska matmentan.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður