Nú skal "skreiðast" í svimjihøllini í Havn

2017-03-04 12:55 Author image
Sigmund Vang

Vatnrussjibreytin í Svimjihøllini í Gundadali er nú endaliga avgreidd í býráðnum og peningur er játtaður til endamálið, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.
- Mentamálanevndin samtykti í farna mánaða uppskot at taka undir við einum tilmæli frá trivnaðarstjóranum, tekniska stjóranum, mentamálaleiðaranum og Húsaumsitingini um at játta 500.000 krónur til ætlanina og at taka av lægsta tilboðnum, sigur kommunan.
Málið varð samtykt í fíggjarnevndini 22. februar og endaliga samtykt á býráðsfundi í hóskvøldið.
Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, var í vikuni og vitjaði í svimjihøllini saman við mentamálaleiðaranum Sigurd Ó. Vang. Á vitjanini greiddi Gunnar Streymoy, leiðari í Svimjihøllini, sum sæst á myndini, frá fjøltáttaða virkseminum í høllini. 
- Svimjihøllin er karmur um fjøltáttaðar møguleikar fyri likamsvirkni, spæli, vælveru , svimjiítrótti og sosialari samveru fyri fólk í øllum aldri, sermerkt av tænastu, reinføri og trygd. Høllin hevur uml. 160.000 vitjandi um árið og hevur umleið 30 starvsfólk í umleið 16 ársverkum, upplýsir kommunan. 

  

  

Meira langlesnaður