Altjóða violinkonsert í Havn um vikuskifti

2016-06-06 16:09 Author image
Jógvan Samuelsen

Um vikuskiftið fara 35 børn í 8-9 ára aldri, sum koma úr sjey ymiskum londum, at hava violinkonsert í Norðurlandahúsinum.

Børnini, sum koma úr Suðurkorea, Ísrael, Týsklandi, Onglandi, Danmark, Finnlandi og Laplandi, hava eins og føroysku vertirnir verið við í einum trý ára fjarskeiði í byrjanarfiólspæli, kallað Minifiddlers, sum Géza Szilvay, ið er ein av kendastu tónleikapedagogunum í heiminum, stendur fyri.

Saman við bróðuri sínum, menti Géza Szilvay sín egna frálæruhátt, Colourstrings, har børnini umframt ta auditivu eisini fáa visuella tilgongd til tónleikin. Hetta verður gjørt á tann hátt, at nótar og streingir í lærutilfarinum hava ymsar litir, og tað mennir listarliga kenslusemi og ger innlæringina minni turrisliga enn við bara svørtum á hvítum, skrivar Ólavur Hátún í kunningarskrivi.

Tað var longu í 1977, at føroyskir sang- og tónleikalærarar á ráðstevnu í Svøríki fingu samband við henda serliga frálæruhátt, sum ein annar ungari, Zoltan Kodaly, stóð aftanfyri. Á ráðstevnuni hoyrdu tey The Helsinki Strings, sum ljóðaði betur enn nakað annað á ráðstevnuni.

Í 1984 fingu føroyskir musikkskúlaleiðarar aftur høvi til at hoyra finsu úrmælingarnar, sum eisini komu til Føroya at spæla stutt eftir.

Tá Géza Szilvay fyri trimum árum síðan fór frá sum lærari við Sibelius Akademiið og sum stjóri fá East Helsinki Music Institute, var heitt á hann um at halda fram við einum trý ára fjarskeiði í byrjanarviolinspæli. Hann tók av, og umvegis ein telduskerm hevur hann arbeitt við børnunum í nýggju ymiskum londum.

Tað eru nøkur - tey flestu - av hesum børnum, sum um vikuskiftið koma til Føroya at vera við í einum finalutiltaki. Finalan, sum verður í fýra dagar, er samstundis endin á trý ára skeiðnum, og alt tiltakið endar við einari konsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin 12. juni, klokkan 15.00.

Umframt konsertina vera eisini verkstovur, og so fara tónleikalærararnir, sum umframt Gésa Szivay hava arbeitt við børnunum, eisini at hava eina undankonsert. Hon verður í Argja skúla leygardagin.

placeholder

Meira langlesnaður