Í kapping við sín gamla handil

2016-06-01 10:00 Author image
Dimma

- Vit satsa upp á at selja beinleiðis til vanliga brúkaran fyrst og fremst, og tí kunnu vit vera bíligari. Har er einki millumlið, sigur Andreas M. Andreasen.

Hann skal standa á odda fyri T. Hansen í Føroyum, sum eftir summarsteðgin letur upp í 1400 fermetra stóra handlinum á Hjalla, har 360 einaferð hevði sítt virksemi.

Hetta verður tískil nógv tann størsti handilin í Føroyum av sínum slag í landinum. Størstu kendu kappingarneytar frammanundan eru Mekonomen og FTZ. Hesin seinni handilin nevndist upprunaliga AMA Billutir, og tað var Andreas M. Andreasen, sum lat tann handilin upp í 1976.

Hesin handilin helt fyrstu árini til í trongum hølum í Gongini, fyri síðan at flyta niðan í Bøgøtu. Tað gekk so mikið væl, at Andreas M. Andreasen gjørdi av at byggja nýggjan stóran handil í Fútalág í Havn. Dentur varð lagdur á at selja bíligar eykalutir, men handilin seldi eisini nógv annað, sum var knýtt at bilum.

Í 2006 seldi Andreas M. Andreas handilin til tveir føroyingar, sum seinni seldu víðari til stóru fyritøkuna FTZ, sum júst verður høvuðskappingarneyti hjá nýggja T. Hansen handlinum, sum tó verður munandi størri.

T. Hansen hevur 77 handlar í Danmark, og vøruúrvalið er størri enn tann hjá kappingarneytunum, tí hann fer umframt eykalutir, dekk og aðrabilútgerð millum annað eisini at selja súkklur og skutarar.

 

Meira langlesnaður