Tað almenna leitar eftir nýggjum samráðingarleiðara

2016-08-22 10:11 Author image
Dimma

Tá ið Fíggjarmálaráðið er í samráðingum við fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, er tað serliga ein persónur, sum er í brennideplinum. Tað er stjórin á lønardeildini.

Hesa uppgávuna hevur Snorri Fjalsbak røkt í nógv ár, men nú hann er farin frá fyri aldur, verður leitað eftir nýggjum stjóra at standa á odda fyri sáttmálasamráðingum hjá landinum.

Lønarstjórin hevur millum annað ábyrgdina áseta lønir og vera ráðgevi hjá landsins arbeiðsgevarum í arbeiðsrættarligum spurningum.

Snorri Fjalsbak er kendur sum ein harður og dugnaligur samráðingarleiðari, og stór krøv vera somuleiðis sett til nýggja lønarstjóran.

Í lýsingini eftir lønarstjóra stendur, at hann ella hon skal megna at arbeiða undir stórum trýsti, skal hava leiðsluroyndir, skal hava samráðingarroyndir og hava hóskandi útbúgving.

Umsóknarfreistin er sett til 9. september.

 

placeholder

Meira langlesnaður