Vegleiðing: Tá ein Facebookbrúkari doyr

2016-06-23 11:40 Author image
Sigmund Vang

Mett verður, at millum 8000 og 10.000 Facebokk-brúkarar doyggja dagliga. Tað eru rættiliga fá, sum sjálvi taka stig til at antin strika sína vangamynd ella broyta hana til eina minnissíðu, áðrenn tey fara higani. Tí er tað upp til tey avvarandi at gera tað.


Tríggir møgulleikar

Tað eru sum heild tríggir møguleikar, tá ein Facebook-brúkari doyr: 1) Facebook-vangamyndin heldur áfram, til onkur uttanfyristandandi boðar Facebook frá. 2) Avvarandi senda eitt oyðiblað til Facebook, har ynskt verður, at síðan verður strikað. 3) Avvarandi senda eina umbøn um, at síðan verður broytt til eina minnissíðu.


Tekur tíð

Facebook hevur heilt serligar mannagongdir, tá tað snyr seg um samskifti við fyritøkuna. Tað er serstakliga torført at koma í samband við Facebook við telefon. So at siga alt samskiftið gongur fyri seg við oyðibløðum ella teldupostum, og sum heimasíðan Wired einaferð skrivaði, so brúkar Facebook fólk í londum, har lønarlegan ikki er so høg – millum annað á Filipsoyggjum. Hetta kann geva trupulleikar og seinkingar, um fólk skriva á sínum egna máli, sum so skal umsetast. Tí hevur Facebook ment nøkur oyðibløð formularar á Facebook-heimasíðuni, sum fólk skulu fylla út. Tó at tað krevur eitt sindur av kanningararbeiði, vitan og toli, so ber til at finna hesi oyðibløð á síðuni hjá Facebook.


Soleiðis gert tú

Tú kann sum avvarandi biðja Facebook strika vangamyndina hjá tí farna. Tað er tó eisini møguleiki at broyta vangamyndina til eina minnissíðu, og tað eru tað fleiri og fleiri, sum gera, tí inni á vangamyndini liggja bæði myndir, filmsbrot og viðmerkingar, sum familja og vinir vilja varðveita og hava atgongd til.


Minnissíða á Facebook

Tá tú skal biðja Facebook broyta eina vangamynd til eina minnissíðu, skalt tú ikki vera innritað/ur. Á forsíðuni hjá Facebook skalt tú fari niður í botnin á síðuni, og trýsta á hjálp/help/hjælp. Trýst síðani á ”Manage Your Account” (Fø: Fyrisit tína konto), (Da: ”Administrer din konto”), so á ” Memorializing Accounts” (Da: ”mindesmærker”). Um teldan er sett soleiðis, at tú ert á føroyska Facebook, vilt tú uppliva, at teksturin verður enskur, tá tú kemur eitt sindur longri inn á undirsíðurnar.

Nú skal tú finna yvirskriftina ”How do I report a deceased person or an account that needs tol be memorialized?” til høgru á síðuni (Da: ”Hvordan rapporterer jeg en afdød person eller en konto, der skal gøres til et mindesmærke?”)

Far til ”To report a profile to be memorialized, please contact us”. Nú verður tú biðin um at rita inn og síðani kanst tú siga Facebook frá, hvør ið er farin.


Strika vangamynd

Ynskir tú at vangamyndin hjá tí farna skal strikast, skalt tú fylgja sama leisti, sum omanfyri (við minnissíðuni), men aftaná Manage your account, skal tú trýsta á Deactivating & Deleting Accounts.

Men tað kann taka rúma tíð at fáa hetta skrásett. Útlendskir miðlar skriva, at tað ikki er óvanligt, at tað ganga fleiri mánaðir.


Keldur: theguardian.com, livogdoed.dk, computerworld.dk, samvirke.dk, nyhederne.tv2.dk, facebook.com o.o.

placeholder

Meira langlesnaður