Tað er natúrligt at klemma og mussa

2016-07-18 20:33 Author image
Elisa Vang

Seinastu tíðina hevur kjak tikið seg upp, um hvørt tað skal vera loyvt at nerta við børn, eitt nú á stovni, hóast at kynsligur ágangur sum oftast gongur fyri seg í nærumhvørvinum ella innan familjuna. Úrslitið av kjakinum er, at tað at klemma og mussa børn, sum ikki eru eins egnu, lættliga kann misskiljast fyri at vera illgrunasamt. Hetta kjakið førir so nógvar misskiljingar og ótta við sær, at tey, sum eru misnýtt, kenna seg illa, og tey, sum hava tørv á nærleika og kærleika, ikki fáa sín tørv nøktaðan.

- Tað særir meg at hoyra fólk siga, at man ikki longur kann sita undir undir sínum ommubarni, tí so verður man lagdur undir at gera seg inn á tað, sigur Beinta M. Pedersen, forkvinna í felagsskapinum Kris.

Kris er felagsskapur, ið veitir hjálp til fólk, ið hava verið fyri kynsligum ágangi.

- At merkja nærleika er tað mest natúrliga sum er. Vit eru fødd við kenslum, og vit hava tørv á nærleika. Men hetta verður fullkomiliga misskilt í kjakinum um, at starvsfólk og onnur avvarðandi ikki skulu kunna taka børnini í fangið og hava loyvi til at mussa og klemma tey. Eg vildi ynskt, at vit sluppu inn á stovnar at greiða starvsfólki frá, hvat kynsligur ágangur er, og hvar markið gongur, sigur hon.

Felagsskapurin Kris ger sjálvboðið arbeiði fyri at kunna fólki um kynsligan ágang. Í næstum setir Kris ein sosialráðgeva í fast starv, og ætlanin er síðani at fara undir at gera nýggj kunningarátøk.

- Tað er tungt arbeiði at sleppa inn á stovnarnar. Kortini vil eg siga, at almennu Føroyar taka betur ímóti kunning í dag enn fyri nøkrum árum síðani, men tað kundi avgjørt verið betur.

 

placeholder

Meira langlesnaður