Tað grør um gangandi fót

2016-08-26 09:26 Author image
Dimma

Tað er at gleðast um, at Havnin í dag fekk sína fyrstu løðistøð til el-bilar. Tað eru nú longu nógv ár síðani SEV setti sær fyri at leggja á annan bógv við varandi orkukeldum. Í 2009 varð GRANA-samstarvið gjørt millum SEV og DONG Energy har avtalað varð, at felags átøk skuldi gerast og fokus setast á at menna og fáa meiri varandi orku inn á føroyska elnetið. SEV útvegaði sær nakrar el-bilar, sum kommunur og virkir eisini fingu loyvi at lána og seinni yvirtók m.a. Nærverkið tveir av hesum bilum til heimahjálpirnar. Við samstarvinum var málið hjá SEV eisini at fáa útbygt orkuskipanina í Føroyum við meiri vindorku. Sjálv var eg í SEV nevndini árini 2009-12 og havi tí verðið ein partur av hesum frambroti, ikki minst tá ið farið varð frá Víkvatnsætlanini og til m.a. vindmyllulundina í Húsahaga, sum alt er at fegnast um. Jú, her eru stór tøk tikin, nógv er lyft í felag og enn skulu stór tøk takast.

Tað var longu á heysti í 2014, at eg legði uppskot fram í býráðnum um at fáa sett løðistøðir upp í býnum. Tí fegnist eg eisini um, at SEV nú hevur sett eina løðistøð á Skálatrøð í Havn. Frammanundan hevur SEV sett løðistøðir upp ymsastaðni í Føroyum og har tann allar fyrsta varð sett upp í Klaksvík.

Tórshavnar kommuna eigur sjálvandi at ganga á odda við grønum loysnum.

Kommunan hevur í verki víst, at tað ber til við grønum loysnum. At hita Boðanesheimið við sjóvarhita er eitt av úrslitinum, sum vit øll fegnast um. Tað var mikið politiskt rumbul tá ið tann avgerðin skuldi takast, tí løtuvinningurin við eini oljufýring var bíligari, men tíbetur eydnaðist at fáa meiriluta fyri hesi grønu loysnini.

Løðistøðirnar er ein týðandi liður í tilgongdini at elektrifisera Føroyar á grønu kósini frameftir, sum hevur til endamáls at gera Føroyar óheftar av olju.

Men skal SEV røkka síni visión 2030 um at øll elorka á landi skal stava frá varandi orkukeldum, er eisini neyðugt at Tórshavnar kommuna gongur á odda við grønum loysnum. Eitt nú kann kommunan ganga á odda við at skifta alla kommunalu bilparkina til el-bilar og at seta fleiri løðistøðir upp. Tað er eisini ein sjálvfylgja at kommunan setur sum krav at allir nýbygningar og allar húsa umvælingar skulu byggja á grønar og orkusparandi loysnir. Tá vit í komandi valskeiði fara at loysa parkeringstrupulleikarnar í miðbýnu, kundu vit eisini hugsað um at sett pláss burturav til el-bilar og soleiðis stuðla uppundir gongdina. Soleiðis eigur Tórshavnar kommuna at ganga á odda við grønum loysnunum á øllum økjum.

Tað grør um gangandi fót, og eg fegnist um fyrstu løðistøðina í Havn. Men hetta má bert verða fyrsta stigið á leiðini, og Tórshavnar kommuna eigur at seta sær sum mál at vera grønasti høvuðsstaður í Norðurlondum.

Meira langlesnaður