Tailand rakt av yvirgangi

2016-08-12 10:36 Author image
Dimma

Ein røð av bumbum eru brostnar í ferðafólkabýum í Tailandi. Sagt verður, at nógv eru særd, og minst fýra fólk eru deyð.

Talan er um higartil 11 bumbuálop undir eitt samdøgur, og millum tey særdu eru nógvir útlendingar.

Hildið verður, at talan er um yvirgangsálop, men tað er ikki váttað av teilendsku stjórnini. Bumburnar hava millum annað rakt Hua Hin, sunnan fyri Bangkok, og kenda ferðastaðið Phuket.

Álopini hava havt tað greiða mál at raka ferðamannastøð.

Meira langlesnaður