Bárður Larsen skal kanna TAKS

2017-03-07 08:48 Author image
Sigmund Vang

Fíggjarmálaráðið hevur sett Bárð Larsen, adjunkt á Fróðskaparsetrinum, at kanna handfaringina hjá TAKS av sonevnda Eik-málinum. Tað skrivar ráðið á heimasíðu síni.

Fíggjarmálaráðið ynskir at seta ein uttanveltaðan persón við løgfrøðiligum førleikum og servitan innan fyrisitingarrætt at standa fyri kanningini. 

Bárður Larsen verður settur sum bráðfeingisstjóri á TAKS, sum tryggjar honum atgongd til øll skjøl í málinum og atgongd til starvsfólk á TAKS. Bráðfeingisstjórin skal kanna handfaringina hjá TAKS av sonevnda Eik-málinum, herundir málsgongdina í mun til galdandi reglur, og um tað var rætt av TAKS ikki at senda fútanum málið til revsirættarliga støðutakan.

Miðað verður eftir, at kanningin í seinasta lagi er liðug í junimánað í ár. Tá kanningin er liðug, verða niðurstøðurnar almannakunngjørdar.


Kelda: fmr.fo

 

  

  

placeholder

Meira langlesnaður