21.912 fólk rindaðu tann skatt, tey áttu

2017-03-03 11:36 Author image
Sigmund Vang

Skatturin í fjør er nú uppgjørdur, og tølini vísa, at 21.912 fólk rindaðu tann skatt, tey áttu at rinda, hvørki meira ella minni. Tey fáa tískil ongan avlopsskatt og onga rokning fyri írestandi skatt, upplýsir TAKS. 

16.215 fólk guldu ov nógvan skatt í 2016 og fáa tí skattin afturrindaðan. Talan er um tilsamans 46,6 mió. kr., sum verða fluttar á kontu tann 21. mars. 

1.106 rindaðu ov lítið. Tey fáa í næstum eina rokning sendandi fyri írestandi skatt, samanlagt 3,3 mió. kr. 

Tølini í ár líkjast nógv tølunum í fjør. Tá rindaðu 21.924 fólk rættan skatt, 15.649 fingu knappar 40 mió. kr. aftur, og 1.006 skuldu gjalda 2,4 mió. meira í skatti. 

Tá ið ræður um avskopsskatt og írestandi skatt er galdandi, at avlopsskattur á minni enn 25 krónur verður ikki útgoldin, og írestandi skattur á minni enn 100 kr. verður ikki innkravdur, sigur TAKS.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður