Allar gravir í Havn eru talgildar

2016-05-26 13:29 Author image
Dimma

Hevur tú onkuntíð havt trupult við at finna á kirkjugarðinum? So er hjálp at heinta, tí nú kanst tú leita eftir øllum gravum í Havnini á netinum.

Tað er føroyska kt-fyritøkan Munin, sum hevur staðið fyri arbeiðnum at talgilda allar gravirnar.

Tað ber eisini til at leita eftir ættarnøvnum fyri seg, og tú fært at vita, nær viðkomandi er føddur og deyður. Haraftrat ber til at síggja, hvørjar gravir eru tøkar, og hvørjar eru umbidnar.

Síðan sæst her

- Vit fáa javnan fyrispurningar frá fólki, sum leita eftir ætt, vinum og kenningum, sum ikki eru millum okkara longur. So hetta er ein ordiliga góð tænasta til tey mongu, sum vilja vita akkurát, hvar fólk liggja í kirkjugørðunum í Havnini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Nú verður so farið undir at talgilda hinar kirkjugarðarnar í kommununi og gera teir tøkar hjá øllum at leita í, sigur Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Knappar 7000 gravir eru í nýtslu, og oman fyri 1000 gravir eru umbidnar.

placeholder

Meira langlesnaður