Talgildur føroyskur samleiki: Nú nærkast

2016-09-06 16:54 Author image
Sigmund Vang

Verkætlanin Talgildur samleiki, sum er partur av Talgildu Føroyum, heldur í morgin, mikudag, ráðstevnnu á Panorama á Hotel Hafnia í sambandi við at verkætlanin nú er komin somikið áleiðis, at tað skjótt er klárt at bjóða menning og rakstur út.
Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum møguleika at økja um vitanina um ymiskar loysnir innan talgilda eyðmerking og talgilda undirskrift, at hoyra um tær loysnir onnur lond hava valt at taka í nýtslu, og hvørjar royndir hesi lond hava fingið í sambandi við verkseting av loysnum til talgildan samleika.
Umframt framløgur og kjak, fáa luttakararnir á ráðstevnuni eisini høvi at tosa við fýra útlendskar serfrøðingar og umboð fyri Talgildu Føroyar-verkætlanina, um júst tey evni luttakararnir ynskja.

 

placeholder

Meira langlesnaður