Al-Qaeda gevur Taliban sín stuðul

2016-06-11 22:30 Author image
Dimma

Í longri tíð hava vesturlendsku deildirnar í Afghanistan og stjórnin har havt tveir felagsskapir at stríðast ímóti, Taliban og Al-Qaeda, men felagsskapirnir báðir hava eisini stríðst móti hvørjum øðrum. Hetta hevur gjørt tað nakað lættari hjá stjórnini í Kabul, men í einum fjúrtan minuttir langum video lovar Al-Qaeda leiðarin, Zawahiri, at stuðla Taliban.

Hetta kann økja umspenningin í landinum, men kann eisini vera eitt tekin um, at Al-Qaeda er viknað munandi í Miðeystri, har ISIS hevur yvirtikið leiklutin hjá tí meira kenda Al-Qaeda.

Lyftið kom stutt eftir, at Taliban fekk nýggjan leiðara, Haibatullah Akhundzada, í mai mánaði, eftir at amerikumenn høvdu dripið gamla leiðaran Akhtar Mansour. Mansour hevði tá staðið á odda fyri Taliban í níggju mánaðir, og hann tók við eftir Mullah Omar, sum stóð á odda fyri Taliban og Afghanistan áðrenn altjóða deldirnar gjørdu innrás.

Boðskapurin hjá Mansour er at “bjarga londunum hjá muslimum, sum eru eyðrænd og hertikin.”

  

placeholder

Meira langlesnaður