Talið á nebbasildayngli met høgt

2016-07-11 15:19 Author image
Jákup Højgaard

- At tølini fyri nebbasild eru methøg er gott, men tølini kunnu lumpa eitt sindur. Um talan er um høg tøl og longdin av nebbasildini er góð, so sær tað ordiliga gott út bæði fyri fugl og hav, sigur Kirstin Eliasen, PhD í nebbasild, um nýggjastu yngul- og ætikanningarnar frá Havstovuni. 

Færri sløg av fiskayngli vórðu veidd á Landgrunninum enn vanligt, men væl var til av teimum flestu sløgunum, skrivar Havstovan í tíðindaskrivi. Í skrivinum verður nevnt, at síðani tað í 1974 varð farið undir tær fyrstu yngulkanningarnar, hevur ongantíð verið so nógv at fingið av nebbasild sum í ár.

Á myndini sæst, at nebbasildin spakuliga byrjaði at koma fyri seg í 2014. Kanningar hjá Havstovuni vísa, at talið á nebbasild var tá væl oman fyri miðal, og støddin á ynglinum, hóast nakað undir miðal, var væl størri enn seinastu árini. Í 2015 var talið á nebbasild undir miðal, og yngulin var smáttfallandi. Nøgdin av nebbasildayngli var í ár met stór, og støddin á ynglinum var av teimum frægu.

Kanningarnar vísa, at sjóvarhitin á landgrunninum í ár var um meðal, meðan gróðurin á landgrunninum var nakað undir meðal. Hetta er annað árið á rað við nøktandi nøgdum av toska- og hýsuyngli á Føroyabanka, eftir eitt sera soltið tíðarskeið upp á 9-10 ár. Samanborið við í fjør var tó nakað minni av fiskayngli á Bankanum, og var hann yvirhøvur smáttfallandi.  

Væl var av plantuæti, meðan nøgdin av djóræti ikki var av tí mesta. Viðvíkjandi sløgunum av djóraæti er ein broyting hend, ið allarhelst er til tað betra. Tann stóra yvirvágin av slagnum Temora longicornis, sum hevur verið á Landgrunninum síðani 2010, nú er minkað munandi. Hetta slagið tykist at hava lítið føðsluvirði fyri fiskayngul. Í staðin er eitt annað slag, ið nevnist Acartia, aftur vaksið í tali og hetta slagið er góð føði hjá fiskayngli. 

Yngul- og ætikanningar eru afturvendandi kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, sum hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul. Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli.

 

 

   

placeholder

Meira langlesnaður