Talið minkar: 26 fosturtøkur í fjør

Mynd: hagstova.fo

Talið minkar: 26 fosturtøkur í fjør

2017-08-22 13:20 Author image
Leif Láadal

Í 2016 vórðu 26 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er ein triðingur av tí, sum var fyri tríati árum síðani, upplýsir Hagstova Føroya. Hóast tølini eru smá og tí kunnu sveiggja nógv frá einum ári til annað, er gongdin greið, har tølini hava verið alsamt minkandi, eisini tá talið av fosturtøkum verður roknað í mun til talið av livandi føddum.

Í 1980-unum var talið av fosturtøkum um 80 árliga. Í 1990-unum minkaði tað niður um 60, um aldarskiftið niður um 50, í nullunum niður móti 40 og hesi síðstu árini niður um 30.


Kelda og lesið meira HER

 

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður