Stórsigur á Jersey og so er tað Ísland í dag

2016-09-05 09:49 Author image
Sigmund Vang

Føroyar vunnu 3½-½ á Jersey í triðja umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan í gjár. Jóan Hendrik Andreasen vann fyrst á 3. borði. Okkara maður var við svarta fólkinum ágangandi í fronsku byrjanini, og fekk straks góða støðu. Hann herjaði á kongsmegin, mótstøðumaðurin tók eina offraða finnu, men hon var eitrað, og so var ballið búið.

Eftir stórsigurin á Jersey er greitt, at Føroyar fáa Ísland í fjórða umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan í dag, mánadagin.

Tað verður vorðið sum avbjóðing. Ísland hevur ríka talvsøgu og hevur verið fremsta talvtjóð í heiminum eftir fólkatalinum. Glæsisligasta tíðarskeiðið í íslendskari telving mundi vera í 80-unum. Tá mannaðu teir seg við stórmeistarum á hvørjum borði, og endaðu nummar fimm á talvolympiaduni í Dubai í 1986.

Føroyar fingu óvæntað javnleik 2-2 móti Íslandi á seinastu olympiaduni í Tromsø í 2014. Olaf Berg vann, og John Rødgård og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu javnt. Helgi Dam Ziska tapti ta ferðina fyri Hannesi Stefanssyni, sum í nøkur ár hevur verið fremsti telvari hjá íslendingum. Londini møttust aftur í EM-kappingini í Reykjavík í fjør, men tá fekk Ísland revansju og vann 3½-½. Bara Helgi Dam Ziska helt tørn - aftur móti Hannesi Stefanssyni á 1. borði. Annars møttust Føroyar og Ísland eisini í síðsta umfari á talvolympisku leikunum á Mallorca í 2004. Tá vann Ísland 3-1. John Rødgård og Hans Kristian Simonsen fingu remis.

Dysturin ímóti Íslandi byrjar um middagsleitið í dag.


Lesið meira á Faroechess

 

placeholder

Meira langlesnaður