Talv OL: Føroyar eru á 85. plássi

2016-09-09 09:14 Author image
Sigmund Vang

Føroyar vunnu 3-1 móti Sao Tome og Principe í sætta umfari av Talv OL í gjár og hava vunnið seg fram á 85. pláss. Júst har, sum vit eru styrkismett. Í dag møta vit El Salvador, sum er styrkismett nummar 106. 

Væntandi verður Helgi Dam Ziska aftur á liðnum tá. Taktiskar grundir búðu undir hansara fráveru í gjár. Møguleikar hansara fyri stórmeistaranormi eru treytaðar av ymsum viðurskiftum, eitt er, at mótstøðumenninir skulu helst hava altjóða heiti og toluligt styrkital. Tað hevði eingin á dagsins mótstøðuliði. Besti telvarin hjá El Salvador er altjóða meistari, og hevur yvir 2300 í rating.

Í oddanum hevur India - uttan Anand - lagt seg á odda. Í hølunum á teimum er USA - tey bæði londini hittast í dag. Annars er ógvuliga stutt millum fremstu liðini í Baku.

 

placeholder

Meira langlesnaður