Talv OL: Føroyar eru nú nummar 68

2016-09-10 07:24 Author image
Sigmund Vang

Føroyska liðið hevur fingið glið á aftur við tveimum sigrum í seinastuni. Í gjár bleiv tað til 3-1 móti El Salvador. John Rødgård leyp um og helt frí. Kanska vildi hann ikki aftur telva við svørtum. Men tað gekk fínt kortini. Helgi var tryggur. Fekk sett hvíta fólkið væl upp frúgvarmegin í heldur óvanligum sisilianara, vann sær lítlan fyrimun, sum so líðandi varð mentur og útbygdur móti manni við sløkum 2300 í rating.

Jóan Hendrik hevði eitt spennandi talv á øðrum borði. Hann var svartur í fronsku byrjanini. Støðan gjørdist spent á miðborðinum við framrendum hvítum finnum og bindingum á høvuðslinjunum. Okkara maður offraði mann fyri tríggjar finnur, men støðan var framvegis ógreið. Endaspælið gjørdist áhugavert, men brádliga snýtti Jóan Hendrik mótstøðumannin og vann talvið. Gott!

Sjúrður vann aftur. Talvið var fløkt og umleypandi, kanska ikki so væl telvað, eitt skifti tóktist føroyska støðan hættislig, men tað javnaði seg, og tá ið farið var undir endatalvið, hevði Sjúrður fyrimunin og vann trygt. Sjúrður hevur havt eitt fínt OL higartil.

Finnbjørn royndi seg á øðrum sinni. Hann fekk við hvíta fólkinum ov lítið burturúr byrjanini og kom at standa heldur kroystur. Møguleikarnir fyri veruligum mótspæli vóru smáir, og tíðliga var líkt til, at her fór tap at vera í hendi.

Føroyar hava nú vunnið seg fram sum nummar 68 í røðini av teimum 180 liðunum í almennu kappingini

Góða plaseringin ber í sær, at vit fáa harða mótstøðu í áttanda umfari í dag. Mótstøðuliðið er Bosnia-Herzegovina, sum er mannað við fýra stórmeistarum, og er styrkismett nummar 41. Telvarin á 1. borði hevur 2642 í rating, og verður tí stór avbjóðing hjá Helga Dam Ziska.

Lesið meira á Faroechess

placeholder

Meira langlesnaður