Tann ævigi skatturin

Tann ævigi skatturin

2017-12-08 09:16 Author image
Georg L. Petersen

Føroyingar hava síðan landnám havt ein eitt sindur neiligan hugburð til at rinda skatt. Hann hevur hevur lagt nøkur bond á fólk, og sjáldan vil nakar lata øðrum tað, ein sjálvur hevur vunnið. Grundgevingarnar skulu undir øllum umstøðum vera góðar.

Tá kreppan rakti okkum í 90-unum vóru tað ikki vit sjálvi, sum settu dagsskránna, men danir og altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF. Vit fingu eina nýggja fiskivinnuskipan, men kanska størsta inntrivið var, at vit skuldu rinda meirvirðisgjald, sum føroyingar annars bara kendu undir navninum moms, og sum var nakað onnur høvdu, men ikki vit. At seta tílíkan skatt á vørur og tænastur hevði verið sum at rætt hundi brand tey undanfarnu árini, men í 90-unum var eingin góða mamma. Tá vit ikki megnaðu at seta tað í verk sjálvi, so bleiv tað smoygt niður um høvdið á føroyingum.

Hetta meirvirðisgjald er síðan nakað, ið er vorðið ein av størstu inntøkukeldum landskassans, og um hann ikki var, hevði helst manglað onkrastaðni ella hevði lønarskatturin verið tað hægri – onkur má jú rinda fyri vælferðartænasturnar.

Í kreppuárunum kom eisini uppskot um ognarskatt, og tað var um reppið, at tað ikki eisini varð smoygt niður um høvdið á okkum. Men har gekk markið – so langt slapp eingin, og so kundi danskir staturin og IMF siga hvat tey vildu.

Í flestu grannalondum okkara er ognarskatturin ein týðandi partur av inntøkunum hjá statinum, sum tískil eisini kann vísa á lægri inntøkuskatt enn í Føroyum. Ognarskatturin hevur tó eisini elvt til nógv høvuðbrýggj, tí hann er serstakliga trupul at umsita, so hann rakar rætt. Millum annað kunnu hús, sum liggja lið um lið, hava tvær serstakliga ymiskar metingar, sum ávirka hvussu nógv skal rindast. Skatturin hevur eisini við sær, at fólk, sum eru eldri ella ikki hava nakra fasta inntøku, verða trýst úr umráðum, har áhugin at búgva er stórur. Danska Skat hevur eisini fingið hetta sum eina marru, tí skipanirnar støðugt rokna skeivt.

Ein óheft skattanevnd hevur júst latið eina frágreiðing til Fíggjarmálaráðið um at breiðka skattagrundarlagið. Nevndin nevnir ognarskatt, men tekur tað ikki við í útrokningarnar. Men at breiðka skattagrundarlagið er uttan iva rætt – men ognarskatturin má jarðast, ongantíð ov skjótt.

placeholder

Meira langlesnaður