Tann gamli maðurin og frensurin

Tann gamli maðurin og frensurin

2017-06-05 12:06 Author image
Sigmund Vang

Mikukvøldið hevði nýggi sjónleikurin um Pettson og Findus frumsýning í Sjónleikarhúsinum í Havn. Soleiðis sum leikstjórin tosar um sjónleik, kann tað ljóða sum um, at hann verður bundin at pallinum.

- Man elskar tað, sum man ger, og so ger man tað bara alla tíðina. Man kavar niður í prosjektini, og tað blívur eitt sindur maniskt tað heila.

Soleiðis greiðir Hjálmar Dam, leikstjóri og hesar komandi mánaðirnar Pettson í Sjónleikarhúsinum, frá, um hvussu høgt hann kann koma til at ganga upp í sítt arbeiði – og hvat kann henda, tá ið ein sjónleikur er spældur fyri síðstu ferð.

- Tá so onki prosjekt er, verður man enn meira snedigur, enn meðan man er fordjúðaður í tí. So fær man brúk fyri tað næsta, sigur Hjálmar.

- Eg veit ikki, um tað er sunt, men eg vóni, at fólk fáa okkurt sunt burtur úr tí!

Sum heild er eisini sjónleikurin nakað sera ólikamligt og tíðaravmarkað. Hetta ger saktans, at veiðan eftir hesum mystiska beistinum kann blíva eitt sindur manisk, sum ein stórur merlingur, ið bara ikki er til at fáa í land.

- Gevur tú eina fløgu út, ger ein film ella málar ein málning, so er tað nakað, sum er har. Man kann fara aftur til tað, og næstu ættarliðini kunnu fara og siga vauuuv. Sjónleikur er ein løta, og so er tað fullkomiliga burtur, greiðir Hjálmar Dam frá.

Gjøgnum árini hevur Hjálmar Dam spælt eitt ótal av sjónleikum og filmum. Hann er sjálvlærdur sjónleikari, og í 2015 gjørdi hann eisini sína fyrstu roynd sum leikstjóri við sjónleikinum Fólk og dólgar í Kardamummubýi. Hanna Flóvinsdóttir, unnasta Hjálmars, er framleiðari og spælir Findus.

Bøkurnar um Pettson og Findus snúgva seg um gamla mannin Pettson og frens hansara, Findus, ið búgva saman á einum garði og fara á ymisk ævintýr í tí sermerkta heiminum hjá Sven Nordqvist. Sviin skrivaði fyrstu bókina um teir báðir í 1984, og bøkurnar eru mettar at hava selt meira enn 13 milliónir eintøk kring heimin.

Egin tónleikur er skrivaður til hendan sjónleikin, ið skal vera fyrsti sjónleikurin um Pettson og Findus, sum er settur upp í Føroyum. Sambært leikstjóranum er eitt øgiligt arbeiði lagt í at byggja pallin.

- Alt ger hetta universið til nakað livandi. Í prinsippinum høvdu leikararnir bara kunnað sitið á reyvini og drukkið kaffi, og tað hevði álíkavæl verið áhugavert at hugt eftir, heldur hann.

 

Sterkt mótmæli frá dóttrini

Hóast nýggi sjónleikurin er grundaður á bókina Findus flytur heimanífrá, ið sjálv kom burtur úr einum leikriti, er innihald úr hinum bøkunum eisini tikið við.

- Tey, sum hava lisið allar bøkurnar, fara at kenna alt møguligt aftur. Um onkur bara hava lisið eina bók, so skulu tey ikki sita og onki kenna aftur, sigur Hjálmar Dam.

Og júst Findus flytur heimanífrá er ein av bókunum, ið Hjálmar Dam og unnastan Hanna Flóvinsdóttir ofta hava lisið fyri trý ár gomlu dóttur teirra. Sjónleikin hevur dóttirin tó hótt við at boykotta.

- Tá vit hava spurt hana, um hon skal fara við ommuni ella gummuni at hyggja eftir sjónleiki og síggja babba og mammu sum Pettson og Findus, so sigur hon, at nei, tað tímir hon ikki, greiðir Hjálmar Dam frá.

Hví?

- Nei, tað veit eg ikki. Eg haldi, at hon bara vil vera høvuðspersónurin, flennir Hjálmar, men vísir eisini á, at dóttirin hevur verið til venjingarnar í Sjónleikarhúsinum og er blivin góð við verðina har. Helst endar tað við, at hon fer at koma.

- Er hon komin inn í húsið hjá Pettson, so er hon ikki til at fáa út aftur.

Hjálmar sjálvur var í so gamal til at lesa barnabøkur, tá ið bøkurnar komu.

- Men eg minnist væl permurnar. Eg havi kagað eftir onkrari bók og hasum stuttligu tekningunum, sigur hann, og vísir víðari á, at tað at spæla sjónleik fyri børn er eitt heilt serstakligt fyribrigdi.

- Samspælið millum leikarar og áskoðarar er heilt fantastiskt. Onkuntíð sita tey í deyðatøgn, og man hugsar bara ”oh my god, nú spæla vit nakað illa!” Tá sita børnini har og eru púra konsentrerað, meðan onkuntíð sita tey og brøla í látri, greiðir Hjálmar frá.

 

Nógv arbeiði lagt í pallin

Sambært honum sjálvum er Hjálmar eisini blivin forelskaður í pallinum. Hann rósar tí teimum báðum pallsmiðunum, Nicolaj Falck og Klæmint H. Isaksen, sera nógv.

- Alt í alt er tað eini fýra vikur, sum vit hava brúkt, sigur Hjálmar.

Hóast leikstjórin, ið annars ofta sjálvur hevur verið pallsmiður, ikki hevur havt nakra høvuðsábyrgd av hesum hesa ferð, so hevur hann heldur ikki megnað at halda fingrarnir burtur.

- Eg má vera við at hjálpa, um tað so bara er at mála ella at smekka ein skrúvu inn onkustaðni. Tað er soleiðis, eg kenni meg heima á pallinum, heldur hann fram.

Er tað nakað, ið eyðkennir bøkurnar hjá svianum Sven Nordqvist, so er tað tekningarnar. Er man fyrst komin eitt sindur inn í heimin hjá Pettson og Findus, so gloymir man neyvan hesar tekningar aftur, fullar, sum tær eru, av smálutum, hugflogi og snifflum. Snifflarnir, hesi smáu verurnar, ið bert frensurin Findus dugir at síggja, minnast nokk fleiri av lesarum okkara. Í Sjónleikarhúsinum eru teir goymdir allastaðni á pallinum. Júst pallurin er nakað av tí, ið Hjálmar Dam er mest errin av í hesum sambandinum.

- Tú kanst sita har í ein heilan tíma, har onki hendir, og tú blívur við at síggja nýggj ting. Tað er gandurin við tí. Og tú kanst koma aftur næsta dag, og síggja tað frá einum øðrum vinkli, og síggja heilt nýggjar smálutur – millum annað snifflar, greiðir Hjálmar Dam frá, men strikar eisini undir, at søgan hóast alt kemur fyrst.

Og hóast Pettson og Findus er ein barnasjónleikur, so hevur søgan eina ávísa dapra síðu. Pettson er gamal drongur, ov gamal til at fáa sær familju, og frensurin er besti vinur hansara. Tá ið Findus flýtur út, gerast kvøldini á garðinum long.

- Tað mest týdningarmikla í hesum søgunum er sambandið millum Pettson og Findus. Tað er søgugongdin, hitt er smálutir, sum man umaftur og umaftur kann fáa eyga á.

Á frumsýningini mikukvøldið sótu børnini í deyðatøgn og brølaðu í látri hvørt um annað. Onkur vildi sleppa upp á pall, summi noyddust við at sparka í stólarnar hjá fólkunum frammanfyri, og kanska er ófriður nakað av tí, ið eyðmerkir góðan barnasjónleik. Ímeðan heldur veiðin eftir nøkrum likamligum fram hjá sjónleikarunum: nakað, ið man hevur bart við, nakað, ið verður verandi. Nakað, ið ikki verður etið av hávum á veg til land. Ella bara tað næsta prosjektið.

Pettson og Findus verður framsýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn allar dagar uttan miku- og sunnudagar.

 

placeholder

Meira langlesnaður