Talv OL: Væntaða tapið ímóti Kina gjørdist veruleiki

2016-09-12 08:28 Author image
Sigmund Vang

Móti einum av sterkastu landsliðum í heiminum var fryktandi fyri, at føroyska talvlandsliðið fór at verða fyri sínum fyrsta 4-0 tapi á hesari olympiaduni í gjár, tá Føroyar møtti Kina, og soleiðis kom eisini at vera.

Á øllum fýra borðunum máttu føroyingar lúta. Helgi Dam Ziska helt longst á, men til endans mátti eisini hann dvína.

Føroyar eru nú dragnaðar aftur á 72. pláss, men tað er framvegis átta pláss fremri enn vit eru styrkismett. Í dag fáa vit Bolivia, sum er styrkismett nummar 95, so her áttu at verið møguleikar fyri einum sigri.

Nú eru bara tvey umfør eftir. Í dag og í morgin, týsdag.

USA er á odda, Ukraina er nummar tvey og Russland nummar trý.

  

placeholder

Meira langlesnaður