Taraaling kann gerast ein veruligur fongur

Taraaling kann gerast ein veruligur fongur

2017-05-20 17:49 Author image
Leif Láadal

Tað vísir seg, at Føroyar eru serliga væl egnaðar til taraaling. Hitin í sjónum er rættiliga støðugur, og tí ber til at ala í einum lutfalsliga longum tíðarskeiði. Frá tí, at tað gerst ljósari, umleið mai til síðst í august, veksur tarin seg stóran, og á tann hátt kann alingin skipast í eini framleiðslu, har tað verður sett út seint á vári og skorið tíðliga á heysti.

Í 2015 aldi Ocean Rainforest 13 tons av tara. Í 2016 var framleiðslan 35 tons, og í ár vænta tey, at framleiðslan verður umleið 80 tons.

Sum er, livir Ocean Rainforest av einum aliloyvi hjá Bakkafrost á Funningsfirði. Vestarumegin fjørðin hevur fyritøkan sett út ikki minni enn 20.000 metrar av taralínu. Hetta er størsta taraaliøkið í Evropa, tó at tað ikki er so stórt enn.

- Vit hava eitt sera gott samstarv við Bakkafrost, sum eigur rættindini til at ala á Funningsfirði, sigur Ólavur Gregersen, men hann leggur afturat, at tað vildi verið hugaligari, um man hevði sítt egna loyvi:

- Tað hevur víst seg, at aling av tara uttarlaga á fjørðinum riggar væl, so tí haldi eg, at vit kundu fingið okkara egna loyvi, sum einki hevur við laksaaling at gera.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum umsitur aliloyvir, hevur boðað frá, at hann arbeiðir við at broyta alilóggávuna, og tað er Ólavur Gregersen spentur upp á.

Í 2015 aldi Ocean Rainforest 13 tons av tara. Í 2016 var framleiðslan 35 tons, og í ár vænta tey, at framleiðslan verður umleið 80 tons.

 
Brot úr grein í Dimmalætting hesa vikuna.

placeholder

Meira langlesnaður