Teilenski kongurin verður jarðaður í dag

Teilenski kongurin verður jarðaður í dag

2017-10-26 12:36 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Teilenski kongurin, Bhumibol Adulyadej, doyði í oktober mánaða í fjør, 88 ára gamal. Tað var sonn landasorg um alt Teiland, tí hann var sera væl lýddur millum fólkið í Teilandi.

Í dag, eitt ár eftir at hann doyði, verður deyði kongurin jarðaður. Fleiri útlenskir miðlar greiða frá, at yvir 200.000 fólk standa úti á gøtunum og fylgja konginum til jarðar. Danski krúnprinsurin, Fríðrikur, er eisini til staðar.

Eitt ovurstórt fylgi gongur gjøgnum býin Bangkok. Hermenn spæla trummur, spæla floytu og geva skotkvøður. Og bygningar um allan býin eru vavdir inn í gyltar blómur og klæði.

Jarðarferðin skal enda í kongaliga slottinum og sonur deyða kongin, núverandi kongurin, Maha Vajiralongkorn, skal seta eld á líkið.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður