Teitur gjørt sáttmála við Nonesuch Records

2016-08-23 20:42 Author image
Jógvan Samuelsen

Tað verður amerikanska plátufelagið Nonesuch Records, sum er ein partur av Warner Music Group, sum skal geva út nýggjastu útgávuna, Confessions, sum er eitt samstarv millum føroyska tónleikaran og viðurkend amerikanska tónasmiðin Nico Muhly.

Hetta veit Listaportal.com at siga frá við heimasíðuni hjá amerikanska plátufelagnum sum keldu.

Nonesuch Records varð stovnað í 1964 av Jac Holzman, sum í 1950 eisini stovnaði Elektra Records. Í 1970 seldi Holzman felagið til Kinnay National Company, sum seinni bleiv til Warner Communications og uppaftur seinni til Warner Music Group.

Á heimasíðuni hjá Nonesuch Records er drúgv frágreiðing um Teit Lassen og hvussu samstarvið millum hann og Nico Muhly byrjaði, tá hesin seinni eitt skifti búði í niðurlendska býnum Eindhoven.

Eisini skrivar Nonesuch Records um Teit, at hann er kendur poptónleikari í Evropa, og at hann hevur vunnið fleiri danskar virðislønir, og at hann hevur eina altjóða karrieru, har hann hevur samstarvað við nógv kend listafólk.

Nú samstarvar hann við Nico Muhly og millum annað greiðir Teitur Lassen frá, hvussu samstarvið er komið í lag. Hann sigur millum annað, at hugskotið er grundað í nøkrum eftir øllum at døma meiningsleysum videoum, sum fólk í heilum postað á sosialum miðlum, skrivar Listaportal.com.

- Jú meira tú hugdi, tess meira mátti tú undrast. Hvat er aftanfyri? Hví gera fólk tílíkt? Tey siga í veruleikanum: "Hetta er veruliga vakurt, hetta er veruliga sjúkt, hetta er eg", fólk viðganga ella játta hvørji tey eru og hetta gav okkum heitið til pátuna, sigur Teitur Lassen við Nonesuch.com.

Confessions kemur út 21. oktober í ár, men tann 4. november kemur vinylplátan á marknaðin. Hon er upptikin við Holland Baroque, og kann bíleggjast á iTunes og á Nonesuch.com, har tað beint nú ber til at taka niður lagið "Describe You".

Í samband við útgávuna fara Nico Muhly og Teitur at hava konsertir í New York og í London. Konsertin í New York, sum verður saman við New York Baroque, verður tann 21. oktober, og konsertin í London, sum verður saman við British Sinfonietta, verður í Cadogan Hall tann 29. otkober.

Til ber at hoyra lagið við at trýsta her.

 

placeholder

Meira langlesnaður