Tema til skúlan: Samkynd giftast

2016-05-13 19:00 Author image
Dimma

Broytingarnar í hjúnabandslógini eru nú komnar inn í fólkaskúlan.

Nám hevur gjørt umfatandi temasíðu á undirvísingarportalinum Snar um tær broytingar, sum eru samtyktar at verða gjørdar í hjúnabandslógini.

Tá ið lógin at loyva samkyndum at giftast borgarliga var fyri í løgtinginum, ávaraðu tey, sum vóru ímóti, at hetta fór at broyta alt, eisini hvussu undirvíst verður í fólkaskúlanum.

Í øllum førum hevur Snar nú gjørt umfatandi temasíður við kjakevnum hjá lærarum og skúlanæmingum at arbeiða við. Málið verður lýst ógvuliga vítt og breitt, og fakliga fevnir síðan um lærugreinarnar samfelagsfrøði á miðnámi, og í fólkaskúlanum eru lærugreinarnar søga og samtíð, føroyskt og kristni á hádeild.

Millum nógvu evnini, ið verða viðgjørd, eru samgonguskjalið, lobbyisma, felagsskapir fyri og ímóti, løgfrøði, átrúnaður og politikkur í breiðari merking.

Á heimasíðuni hjá Námi verður víst á, at fólkaskúlin skal vera rúmligur, og at temasíðan eisini vil skapa eina ítøkiliga fatan av, at í felagsskapinum eigur eingin at vera hildin uttanfyri.

- Hagfrøðin sigur, at í hvørjum flokki eru tveir næmingar, sum ikki er hinskyndir eins og restin av flokkinum. Sagt verður, at 5-10% eru samkynd, tvíkynd ella tvørkynd. Tá er neyðugt at ansa eftir felagskensluni. Vit eru øll vit, skrivar Nám á heimasíðuni.

Sí meira á temasíðuni hjá Námi: Samkynd

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður