Temakvøld um Suðuroyartunnilin

Mynd: Vágatunnilin

Temakvøld um Suðuroyartunnilin

2017-08-29 10:02 Author image
Innsent

Mánakvøldið tann 4. september verður skipað fyri temakvøldi í skúladeplinum í Suðuroy, um ein Suðuroyartunnil. 

Løgtingið hevur samtykt at byggja tveir nýggjar undirsjóvartunlar - til Sands og til Eysturoyar. Nú vilja suðuroyingar hava eitt orðaskifti um ein suðuroyartunnil.
Tað er serliga orsakað av at har nú kemur ein sandoyartunnil, at tað gerst betri møguligt fyri suðuroyingar at tosa um ein undirsjóvartunnil. 
At hava fast samband við meginøkið er ein týðandi liður í at skapa framhaldandi menning í Suðuroynni. Henrik Old landsstýrismaður í samferðslumálum hevur víst á, at arbeiðast skal ímóti at fyrireika ein suðuroyartunnil.

Mánakvøldið 4. september, fáa suðuroyingar so høvið at kunnað seg um málið, á temakvøldinum um suðuroyartunnilin.

Skráin sær soleiðis út:

Vælkomin
Gongdin í fólkatalinum og týdningurin av sambandið við meginøkið, Dennis Holm, samfelagsfrøðingur
Suðuroyartunnilin, Landsverk
Hvør er politiska ætlanin, Henrik Old, landsstýrismaður
Kjak og orðaskifti

Tiltakið er alment.

placeholder

Meira langlesnaður