Tey granska á sjúkrahúsinum

2016-05-19 08:40 Author image
Dimma

- Við góðu royndunum frá undanfarnum árum, kunnu vit bert staðfesta, at tørvur og áhugi er fyri, at gransking á Landssjúkrahúsinum verður lýst á serstøkum tiltaki.

Tað sigur Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum, sum aftur í ár skipar fyri Granskingardegi á Landssjúkrahúsinum. Dagurin verður hildin í dag fyri starvsfólkum og øðrum.

Á Granskingardegnum verður enn einaferð høvi at hoyra um og síggja granskingarverkætlanir, ið hava eitt ávíst tilknýti til Landssjúkrahúsið. Høvi verður hjá øllum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum at vera við á degnum, haraftrat verða starvsfólk og samstarvsfelagar á øðrum viðkomandi stovnum boðin við, eins og umboð fyri viðkomandi myndugleikar boðin við.

Á Granskingardegnum verður høvi hjá teimum at hoyra fleiri styttri fyrilestrar og síggja framsýning av verkætlanarpostarum.

Tey, sum fara at halda fyrilestrar, eru William Smith, smittuverjufrøðingur, Eydna Lindenskov og Bjørghild Nolsøe, bachelorar í sjúkrarøktarfrøði, Shahin Gaini, yvirlækni PhD, Sanna Storm, musikkterapeutur, Jórun Simonsen, fysioterapeutur.

 

placeholder

Meira langlesnaður