Tey svimja um havið so víða

2016-08-13 13:31 Author image
Dimma

“Minst til at undirskriva sjálvsábyrgdina.”

Orðini frá Erlendi Simonsen vitna um, at tað er ikki bara spæl at fara langa teinin um Nólsoyarfjørð. Men hóast tað, so er undirtøkan stór og spenningurin hareftir.

Klokkan 12.45 skjeyt hann, og 16 glaðir svimjarar fóru langa teinin til Nólsoyar. Tey fara við streyminum suðureftir. Eftir ætlan tekur túrurin í ár millum hálvan annan og tveir tímar.

Í ár eru eisini fýra fransmenn við. David Sasman er ein teirra. Hann fæst við at keypa og selja fisk, og hevur tí samband við føroyingar. Teir eru vanir at svimja í Marseilles, har hitin er um 20 stig í vatninum, og tí er tað annar kostur, nú hann skal svimja í 8-10 hitastigum til Nólsoyar.

Eingin rópar um, at hetta er kapping, men tað er eisini ein partur av tí. Oluf Færø, sum fyrstu ferð svam í fjør, sigur kortini, at tað er tann góða kenslan, sum ger at hann roynir seg aftur.

- At liggja harúti, mitt í fjørðinum, við óendaliga dýpinum undir sær, var ein sterk uppliving. Tí eri eg aftur við í ár. Tað er stuttligt, sigur hann.

Tey svimja við streyminum, annars var tað vónleyst, tí Nólsoyarfjørður er streymharður. Í fjør rak harðari, og tá svumu tey einar seks kilometrar, men helst verður tað nakað seinni og styttri í ár, tí streymurin er ikki eins harður. Tá ið ein tími er farin, eru kyrrindi, og so vendir.

Niels Juel Arge er ein annar maður, sum royndi seg fyrstu ferð í fjør, og aftur er við í ár.

- Tað vóru tung fet oman í fjøruna í fjør, men tey eru ikki líka tung í ár. Tað er kalt, men tað er eisini spennandi. Hetta er nakað heilt serligt.

Við kuldanum vita tey, at teir fyrstu fimm minuttirnir eru ógvuliga kaldir, hóast tey hava góðar nýggjar draktir, ið fær tey at líkjast supermonnum - ella rættari superfólkum, tí fimm kvinnur eru eisini við. Tá ið fyrsta løtan er farin, venur kroppurin seg við kuldan.

Niðri í fjøruni eru bátarnir klárir at fylgja svimjarunum til Nólsoyar. Tey hava ein bát í part, so trygdin skuldi verið í lagi. Kortini er neyðugt at skriva undir, at tey hava alla ábyrgdina sjálv, eftir boðum frá Erlendi Simonsen. Hann hevur svomið 16 ferðir, síðan 1998, so hann man kortini kenna seg hampuliga vísan í at vinna upp á land hinumegin.

Klokkan 14.15 fóru tey á sjógv. Væntandi eru tey í Nólsoy umleið 14.15 og úteftir.

Evald Rasmussen og fransmaðurin David Sasman

Evald Rasmussen og fransmaðurin David Sasman

Vit síggjast harúti

Erlendur Simonsen gevur Eyðuni Húsgarð boð um at undirskriva sjálvsábyrgdina

So skeyt hann...

   

placeholder

Meira langlesnaður