Nú fjølgast tey ungu í Føroyum

2016-05-16 10:59 Author image
Dimma

Færru av teimum ungu flyta nú av landinum, og fleiri flyta til landið. Hetta eru gleðiligastu tíðindini, nú Hagstova Føroya aftur hevur gjørt upp fólkatalið í Føroyum.

Tølini vísa, at fólkavøksturin í Føroyum er tann størsti í 14 ár.  Fólkatalið var 49.331 tann 1. apríl í ár og er vaksið við 591 fólkum síðani 1. apríl í fjør. Tað svarar til 1,2%, ið er stórur fólkavøkstur í einum 12-mánaðarskeiði.


Fráflytingin minkar

Í 2012 minkaði fólkatalið við 142 – nú er tað vaksið við 591.

Fólkavøksturin kemur fyrst og fremst av, at fleiri nú flyta til Føroya enn fara úr Føroyum. Hetta er ein vend í gongdini, tí serliga er tað nógv umrødda fráflytingin, sum minkar.

Nettotilflytingin er 366, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting. Burðaravlopið er 225, ið er munurin millum fødd og deyð, men hetta er lítið vaksið. Og tað er tí serliga munurin millum fráflyting og tilflyting, sum gongur rætta vegin. 


Tey yngru vaksa í tali

Higartil hevur afturvendandi niðurlagið verið, at aldursbólkurin fyri tey upp til 40 ár minkar, meðan tey yvir 40 ár gerast fleiri í tali. Hetta hevur verið gongdin seinastu trý áratíggjuni. Men nú sigur Hagstovan, at eisini tey yngri enn 40 ár gerast fleiri í Føroyum, sum gongdin er.

Nú er talið av tí yngra partinum av fólkinum aftur farið at vaksa, við tað at færri av teimum ungu flyta úr Føroyum og fleiri flyta til Føroya. Síðan tann 1. januar 2014 er tann yngri parturin av fólkinum vaksin við 512 fólkum. Eldri parturin av fólkinum veksur tó framvegis meira, har eru vorðin 666 fólk fleiri.


Vekir vón

Nú byrja tey yngri enn 40 næstan at vaksa eins nógv og tey eldri. Hetta er avgjørt tað mest positiva við gongdini, sigur Hans Pauli Strøm, sosiologur á Hagstovu Føroya við Kringvarpið.

Tað, at tað eru fleiri yngri kvinnur í burðardyggum aldri, merkir eisini, at barnatalið aftur kann fara at vaksa.

- Tá ið vit nú síggja, at talið á ungum kvinnum er vaksandi, so vekir tað eina vón um, at eisini barnatalið í Føroyum tey næstu árini eisini fer at vaksa, og tað er ein ógvuliga stór broyting í mun til tað, vit hava sæð í nógv harrans ár, sigur Hans Pauli Strøm.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður