TF Holding betri úrslit enn væntað

2016-08-26 15:02 Author image
Dimma

- Raksturin í øllum dótturfeløgunum gevur avlop fyrra hálvár 2016, og tað eru vit nøgd við, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding.

Samlaða úrslitið fyrra hálvár er 80,3 milliónir krónur eftir skatt. Eginpeningurin er nú 2,7 milliardir krónur. Nettoinntøkur av rentum og ómaksgjøldum er 187 milliónir krónur tilsamans, og solvensurin hjá samtakinum er 38,8 prosent.

Peningastovnsvirksemið í samtakinum, Eik Banki, hevði 36,5 milliónir krónur í avlopi eftir skatt. Innlánini vaksa støðugt og útlánini vuksu eisini eitt vet. Nettoinntøkurnar hjá bankanum minkaðu í mun til sama tíðarskeið 2015, og er høvuðsorsøkin til hetta rentulækkingar.

Skaðatryggingarvirksemið hjá samtakinum í Tryggingarfelagnum Føroyum hilnaðist betur enn væntað. Góða gongdin í samfelagnum merkir, at at tryggingarinntøkurnar vaksa, og harafturat hava færri størri skaðar verið fyrra hálvár 2016 í mun til 2015. Úrslitið fyri skaðatryggingarvirksemið gjørdist eitt avlop á 14,4 mió. kr., har tað sama tíðarskeið í fjør gav hall.

Pensjónsvirksemið hjá samtakinum í dótturfelagnum Betri pensjón er í eini uppbyggingartíð, sigur TF Holdind í tíðindaskrivinum, og smá sveiggj kunnu merkja munin millum avlop og hall. Tryggingarinnngjøldini, íroknað innskot, vuksu við 4,1 milliónir krónur í ár, og felagið hevði eitt avlop á 1,4 milliónir krónur eftir skatt, sum verður mett at vera nøktandi.

Annað virksemi hjá samtakinum hevði eitt samanlagt avlop á 40,9 milliónir krónur eftir skatt, sum í høvuðsheitum stava frá avlopi av íløguvirksemi.

Útlitini fyri árið eru góð. Væntandi fer úrslitið at verða nakað betri enn áður mett, og fer at liggja millum 85 og 140 mió. kr. eftir skatt.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður