TF Holding: 60 milliónir betri enn árið fyri

2017-03-14 10:38 Author image
Sigmund Vang

Ársúrslitið hjá TF Holding í 20016 varð 197 milliónir krónur eftir skatt í 2016. Árið fyri varð úrslitið 136,2 milliónir krónur. 


- Samlaða úrslitið er sera gott, hóast partar av samtakinum vóru fyri tapi, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding í tíðindaskrivi sent miðlunum.

TF Holding er í høvuðsheitum myndað av Eik Banka, Tryggingarfelagnum Føroyum, Betri pensjón og INNI, umframt øðrum ognar- og íløgufeløgum.

Peningastovnsvirksemið hjá samtakinum gav eitt avlop á knappar 167 mió. kr. eftir skatt, sum er meira enn væntað, sigur leiðslan.

Tryggingarfelagið Føroyar hevði knappar 40 milliónir krónur í avlopi eftir skatt. Saman við endurtryggingarvirkseminum gav samlaða skaðatryggingarvirksemið hjá samtakinum tó eitt hall uppá 24 milliónir krónur eftir skatt. Orsøkin er serliga ringu ódnirnar, sum vóru um jólini 2016.

Pensjóns- og lívstryggingarvirksemið hjá samtakinum vísti eitt avlop á seks milliónir krónur eftir skatt. Avlopið stavar í stóran mun frá íløguavkasti.

Annað virksemið hjá samtakinum gav í 2016 eitt avlop eftir skatt á tilsamans 48 milliónir krónur, sum er væl minni enn í 2015, tá avlopið var 153 mió. kr. Avlopið stavar í høvuðsheitum frá kursvinningi av íløgum og av vinningi frá fastogn.

  

  

 

Meira langlesnaður