The Islands and the Whales í Havnar Bio

2016-07-25 11:21 Author image
Jákup Højgaard

Fyrst í august verður høvið at síggja altjóða filmin um grindadráp, The Islands and the Whales. Tað er skotski filmsmaðurin Mike Day sum stendur aftan fyri filmin.

Filmurin varð frumsýndur í Kanada, har hann fekk góð ummæli. Síðani hevur hann verið sýndur í San Fransisco og á altjóða filmstevnu í Edinburg. Áðrenn filmurin kemur hendavegin skal Mike Day til Kýpros at vísa hann. Havumhvørvis starvsfólk á ST háborgini hava eisini sæð filmin. 

Eftir ólavsøku kemur Mike Day til Føroya at greiða frá og vísa filmin í Havnar Bio. 

Filmurin, sum lýsir føroyska grindadrápið og avleiðingar av havdálking er ikki heilt ókendur í Føroyum. Filmsliðið hjá Mike Day hevur verið í Føroyum í fleiri ár og tikið upp og tá upptøkurnar vóru lidnar, heitti hann millum annað á føroyingar um at hjálpa til við at fíggja filmin umvegis heimasíðuna Kickstarter, har ein og hvør kundi stuðla við eini upphædd. 

Filmurin The Islands and the Whales verður nú alment vístur í Havnar Bio 9. og 10. august. Tað er Filmsfelagið sum skipar fyri føroysku sýningunum. 

placeholder

Meira langlesnaður