Snýr grøna kósin seg um valið millum bensin-bil og el-bil? 

2016-05-13 12:27 Author image
Dimma

Eitt áhugavert kríggj er brostið á millum oljuveitarar og veitarar av el-tøkni. Kríggið snýr seg um pengar, um marknaðin fyri húsaupphiting og flutning, nú SEV og samgongan hava sett sum mál, at øll elorka á landi í ár 2030 skal vera grøn. Spurningurin er, hvussu hædd verður tikin fyri umhvørvinum, nú heimurin er raktur av veðurlagsbroytingum, og lond skulu tillaga seg stórar broytingar.

Ein grøn kós er kærkomin, eingin ivi um tað. Tó er avgerandi, hvør tað er, sum setir kósina, og stendur handan politisku leiktjøldini. Um talan er um áhugamál, sum einki hava við umhvørvi og náttúru at gera, so er lætt at vikið verður frá grønu kósini. Veðurlagspolitikkurin skal byggja á verulig atlit til umhvørvið, og landsstýriskvinnan í heilsumálum ikki skal fyrigykla føroyingum, at umhvørvið eittans snýr seg um grønan streym.

Í lesarabrævi og á Orkustevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum fyrr í vikuni, skírir stjórin á Magn Umhvørvisstovuna fyri at gera partískar metingar av ávísari tøkni, og kalla hana grøna. Stjórin á Magn hevur rætt í síni framseting um, at el-bilar ikki eru grønari enn verandi bilar. Enn er nakað eftir á mál áðrenn streymframleiðslan í Føroyum kann kallast grøn. Men sjálvt um allir bilar í Føroyum koyrdu við grønari elorku, er stóri innflutningurin av bilum prógv um, at Føroyar hava eina stóra útistandandi CO2 skuld.

Tá ið mett verður um dálking frá bilum, er ikki nóg mikið einans at taka støði í brúksskeiðnum. Heldur skal vera hugsað í einum samanhangi, og ein máti at gera hetta uppá, er at hyggja eftir allari lívsringrásini hjá bilinum, umframt øllum kervinum kring bilin, so sum vegagerð og farmaflutningi. Tað snýr seg ikki bert um eitt umskifti frá olju til el. Tað er als ikki nóg mikið. Tí er tað óheppið, um kjakið um veðurlagsbroytingar verður avmarkað til at snúgva seg um, hvat slag av bili fólk skulu brúka. Hetta hevur ongan týdning, tí tað, sum hevur týdning, er, at samfelagið verður tillagað eftir nógv færri bilum samlað sæð. Hetta merkir sjálvsagt broytingar í lívshátti, tí í Føroyum er tað vorðið so, at bilasølan í fleiri ár á rað hevur sett nýtt met.

Hóast nýtslan í okkara parti av heiminum er stór, síggja vit framvegis, at almennir stovnar, so sum Umhvørvisstovan, gera forsagnir um vøkstur í orkunýtslu. Almennir og kommunalir myndugleikar prædika um vøkstur í bruttotjóðarúrtøku, sum um, at hetta var nakað, ið gjørdi lív okkara betri. Men vøkstur er ikki nakað mát fyri nøkur av teimum týdningarmiklastu av lívsins viðurskiftum, so sum góða heilsu ella lukku. Heldur enn at stremba eftir stórari orkunýtslu, noyðast vit at ásanna, at tað er annað, sum skal fáa hægri raðfesting.

Sum samfelag standa Føroyar á einum vegamóti. Grøni andin, sum ger um seg í fólkinum, ber boð um, at jagstranin hjá vesturheiminum eftir vøkstri er komin at enda. Kappingin um Arktis er kanska eitt seinasta vónleysa sprell frá einum farnum dreymi um ræði yvir náttúrutilfeingi, sum annars er felags ogn.

Náttúrutilfeingi er virðismikið. Tí vilja summi hava ræði á hesum tilfeingi. Nú tá ið oljuídnaðurin í umhvørvishøpi er vorðin skálkurin, standa onnur klár at bjóða seg fram. Men um vit einans skifta oljuna út við streym, og als ikki minka um nýtsluna, megna vit ikki at halda røttu kósina. Føroyingar vita, hvat tað merkir at liva av náttúruni og at býta tilfeingið rættvíst, so hjá okkum átti tað ikki at verið torført at skipað okkum við náttúruni í miðdepli.

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður