Umhvørvisvernd: Vit mugu brúka minni

2016-05-13 13:30 Author image
Dimma

Ein grøn kós er kærkomin. Men tað er avgerandi, hvør setir kósina. Og um talan er um áhugamál, sum einki hava við umhvørvi at gera, so er lætt at vikið verður frá grønu kósini.

Ein hartandi grøn rødd hevur blandað seg í kjakið um umhvørvið.

Theres Jákupsdóttir, M. Sc. í umhvørvisvísindi, setir spurnartekn við um almenna grøna kósin ger nakran mun, so leingi vit ikki gera nakað við rótina av trupulleikanum, sum er jagstranin eftir vøkstri.

- Vøkstur er ikki nakað mál fyri nøkur av teimum týdningarmiklastu av lívsins viðurskiftum, so sum góða heilsu ella lukku. Heldur enn at stremba eftir stórari orkunýtslu, noyðast vit at ásanna, at tað er annað, sum skal fáa hægri raðfesting, skrivar Theresa Jákupsdóttir í einari hugvekjandi áheitan, nú umhvørvið hevur verið á breddanum alla vikuna.

Theresa Jákupsdóttir bjóðar vanahugsanini av. Meðan stjórin á Magn og Umhvørvisstovan klandrast um, hvør ávís tøkni er grønari, vísir Theresa til dømis á, at tað er sjálv nýtslan - ella ovurnýtslan - av bilum, sum er størsti syndarin.

- Tað snýr seg bert um umskifti frá olju til el. Tað er als ikki nóg mikið. Tí er tað óheppið, um kjakið um veðurlagsbroytingar verður avmarkað til at snúgva seg um, hvat slag av bili fólk brúka. Hetta hevur ongan týdning, tí tað, sum hevur týdning, er at samfelagið verður tillagað eftir nógv færri bilum samlað sæð. Hetta merkir sjálvsagt broytingar í lívshátti, tí í Føroyum er tað vorðið so, at bilasølan í fleiri ár hevur sett nýtt met, sigur Theresa Jákupsdóttir.

Sambært Theresu Jákupsdóttir má kósin rættast, og har áttu føroyingar at dugað:

- Um vit einans skifta oljuna út við streym, og als ikki minka um nýtsluna, megna vit ikki at halda røttu kósina. Føroyingar vita, hvat tað merkir at liva við náttúruni og at býta tilfeingið rættvíst, so hjá okkum átti tað ikki at verið torført at skipað okkum við náttúruni í miðdeplinum.

Les viðmerkingina hjá Theresu Jákupsdóttir: Snýr grøna kósin seg um valið millum bensin-bil og el-bil? 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður