Thor Guardian seldur

2016-07-16 12:22 Author image
Dimma

Thor í Hósvík hevur selt enn eitt av eldru skipunum úr flotanum. Thor Guardian er seldur til eitt enskt felag, og yvirtikin av keypara í Esbjerg.

Skipið varð bygt sum trolari í 1972 í Skotlandi. Í 1987 varð tað selt til Grønlands og umbygt til skúlaskip fyri fiskimenn. Tað fekk tá navnið Naleraq.  Í 1991 bleiv tað selt til Danmark og hevði navnið Gorm til P/f Thor keypti tað á vári í 2006. Thor Guardian hevur tískil verið tíggju ár í flotanum hjá Thor, nú tað aftur endaði í Onglandi.

Thor Guardian hevur skift til St. Kitts & Nevis flagg og skal frameftir brúkast í Reyða Havinum. Har skal tað levera pirat-vaktir til skip, sum koma úr Suez og fara víðari út í pirat-økið í Aden-flógvanum.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður