Tíðin er farin frá tí

Tíðin er farin frá tí

2017-12-12 09:02 Author image
Innsent

Tíðin er farin frá, har umdømið hjá einum almennum stovni, hekk beinleiðis saman við avrikinum hjá stjóranum

Hetta sigur Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum og Ársins Leiðari innan tað almenna í 2017.

Umdømið hjá Almannaverkinum hevur ofta verið knýtt at almannastjórunum, men soleiðis er ikki í okkara nýggja tøkniliga heimi. Tað hevði hvørki riggað í dag ella verið ynskiligt, sigur Edvard Heen.

Vit skulu læra okkum, at umdømið og álitið á Almannaverkið kemur inn eftir liðini í samskiftinum millum starvsfelagar, borgarar og ymiskar áhugabólkar. – Í løtuni er tað har, at tær spennandi avbjóðingarnar og møguleikarnir eru í eini av landsins størstu og mest týðandi fyritøku, sigur Edvard Heen.

Sum Ársins Leiðari innan tað almenna í 2017, skal hann halda fyrilestur á Ársins Leiðaradegi 26. januar 2018, um umdømi hjá almennum stjórum og arbeiðsplássum.

Ps. Teknar tú teg til Leiðaradagin í seinasta lagi 13. desember kl. 12.00, so fært tú ein Frumbita við í prísinum. Virði: 500 kr. Les alt um Leiðaradagin 2018 her >> www.leidaradagurin.com

 

placeholder

Meira langlesnaður