Tiknir fyri at koyra vitleyst

2016-05-14 09:54 Author image
Dimma

Tveir ungir mans verða skuldsettir fyri skila- og ábyrgdarleysa koyring.

Í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur koyrdi vitleysa skjótt og yvirhálaði enntá sjúkrabilin, sum var í útkalli.

Tveir ungir mans vóru í bilinum. Sambært portal.fo var bilførarin einans 19 ára gamal, og hetta er triðju ferð innan fyri ein mánað, at annar teirra koyrir ov skjótt.

Meira langlesnaður