Tilmælið skal slóða fyri menning av Føroyum sum sjóvinnnutjóð

Tilmælið skal slóða fyri menning av Føroyum sum sjóvinnnutjóð

2017-05-05 12:47 Author image
Georg L. Petersen

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, hevur fingið handað álitið Sjóvinnupolitikkur 2017, ið er eitt tilmæli um eina maritima strategi fyri Føroyar.

Eftir áheitan frá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip setti landsstýrismaðurin í januar 2016 ein arbeiðsbólk at dagføra sjóvinnupolitikkin og orða eina maritima strategi fyri Føroyar, herundir at lýsa fylgjandi tættir: Hvussu FAS-skipanin framhaldandi kann vera kappingarfør,  útbúgvingarmøguleikar og hvussu fleiri avleiddar vinnur kunnu skapast.

Arbeiðsbólkurin bleiv mannaður við umboðum úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, Sjóvinnustýrinum, Faroese Maritime Union, Vinnuháskúlanum, Mentamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið sigur í skrivi sent miðlunum, at høvuðsniðurstøðurnar í tilmælinum millum annað eru hesar:

- Reiðarívirksemi, ið er staðsett í Føroyum, skapar størstu virðisøkingina fyri samfelagið. Tí er neyðugt at tryggja, at karmarnir eru kappingarførir bæði fíggjarliga og í dygd, so fleiri fara undir og leggja reiðarívirksemi í Føroyum. Eftirlitsmyndugleikin má hava nøktandi arbeiðsorku, og lóggávan má framhaldandi verða dagførd samsvarandi altjóða krøvum. Føroyar eiga at verða limaðar inn í Paris Mou. Marknaðarføringin av FAS skipanini eigur at verða styrkt, tí tað hevur stóran týdning at fáa fleiri skip inn í skipanina.

- Maritimar útbúgvingar eiga at verða uppraðfestar. Møguleiki eigur m.a. at verða fyri at taka skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingar á bachelor stigi, og tað átti at verði farið undir at fyrireika masterútbúgvingar innan sjóvinnu. Miðnámsskúlar og handilsskúlar eiga at bjóða lærugreinir í shipping og logistikki og skipa styttri shipping-útbúgvingar til tey, ið hava miðnám ella skrivstovuútbúgving. Verða fleiri skeið og útbúgvingar boðin út innan maritima økið, fer tað við tíðini at vaksa um áhugan millum fólk at starvast í sjóvinnuni, og at byrja nýtt virksemi innan maritimar vinnur.

- Eitt maritimt forum eigur at verður skipað, har umboð fyri vinnulív og tað almenna samstarva um at koma við tilmælum viðvíkjandi átøkum fyri maritima geiran.


Lesið meira á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum HER

placeholder

Meira langlesnaður