Føroya størsti skúli letur dyrnar upp

2016-08-23 12:28 Author image
Dimma

Tórshavnar kvøldskúli hevur í nógv ár verið eitt sera væl umtókt tilboð til bogararnar í kommununi. Nú er kvøldskúlin – ella Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og listaskúli sum er fulla navnið – klárur við skránni til enn ein vetur.

Faldarin við øllum skeiðum sæst her

Seinasta kvøldskúlaár kom næmingatalið upp á 2.659 næmingar – 848 menn og 1.802 kvinnur. Næmingarnir býttu seg nøkunlunda yvir allar aldrar, tó vóru tey flestu, 36 prosent, millum 40 og 59 ár.

Næmingarnir vóru knýttir at 197 skeiðum á 32 ymsum støðum í Tórshavnar kommunu. Kvøldskúlin er sostatt framvegis nógv tann størsti skúlin í landinum, tá ið hugsað verður um næmingatal og lærugreinar.

Tilmeldingin til kvøldskúlan fer fram á heimasíðu skúlans frá mánadegnum 29. august til sunnudagin 4. september.

placeholder

Meira langlesnaður