Tinghúsið fær nýggjan klædning

2016-06-08 12:00 Author image
Dimma

Tinghúsið var høvuðsumvælt í 2000, og tá varð valt at klæða við besta viði úr Noregi. Longu nú, 16 ár seinni, verður allur klædningurin skiftur, tí viðurin er rotin.

- Talan var um 150 ára gamlan við úr Noregi, so talan var um best hugsandi dygd. Vit valdu at viðgera við linolju, sum skuldi vera betri enn vanlig impregnering og eisini er umhvørvisvinaligt. Eg skilji ikki við mínum besta vilja, at klædningurin er farin so illa, at hann má skiftast, segði Heidi Poulsen, arkitektur við Dimmalætting herfyri. Hon stóð fyri arbeiðnum at umbyggja Tinghúsið í 2000.

Eingin roknaði við, at hann skuldi skiftast so skjótt, men tað er ein sannroynd, at tað var neyðugt, tí hann fórst so illa. Onkur serfrøðingur, sum Dimmalætting tosaði við, heldur, at linolja ikki riggar til føroyska, men aðrir halda tað má vera handfaringini, tað var galið við.

- Vit kunnu bara staðfesta, at klædningurin er so illa farin, at hann má skiftast, segði Jonhard Klettheyggj, stjóri á Løgtingsskrivstovuni.

Ætlandi verður arbeiðið liðugt í góðari tíð fyri ólavsøku, tá ið tingið kemur saman aftur. Arbeiðið verður hildið at fara at kosta nakað oman fyri hálva millión krónur.

placeholder

Meira langlesnaður