Ein avbjóðing at fáa tinghúsið liðugt til tíðina

2016-07-27 12:47 Author image
Sigmund Vang

Arbeiðið at umvæla Tinghúsið er nú liðugt. Løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, fegnast um at arbeiðið at skifta klædningin á Løgtingshúsinum er liðugt til ásettu tíðina.

- Tað var ein avbjóðing at fáa alt liðugt til tjóðarhátíðina, men arbeiðið hevur gingið framúr væl, sigur Páll á Reynatúgvu á vanga sínum á FB, og rósar Boga Hermansen, timburmeistara, og Una Zachariassen, málarameistara, fyri væla arbeiði.

Arbeiðið at klæða og mála Løgtingið hevði eitt lægsta tilboð á 480.000 kr, uttan mvg.

  

placeholder

Meira langlesnaður