Enn ein løgtingslimur stillar upp

2016-08-30 08:27 Author image
Dimma

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag er liðugt við uppstillingina til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu. Í gjárkvøldið var triði og seinasti uppstillingarfundur. 

Neyðugt var við atkvøðugreiðslu, tí 19 nøvn vóru á listanum, bara 17 kunnu vera á valevnislistum til Tórshavnar kommunu. 

Tey, sum endaðu við at gerast valevni, vóru: Jógvan Arge, Gunvør Balle, Brandur í Dali, Jákup Dam, Malan Eyðunsdóttir, Annita á Fríðriksmørk, Marin Katrina Frýdal, Jóannes Guttesen, Leivur Hansen, Boði Haraldson, Emil Hermansen, Turið Horn, Vigdis Johannesen, Tráin Petursson Nónklett, Jákup Av Skarði, Edith Vang og Sigrun Wardum.

Sostatt er enn ein løgtingslimur millum teirra, sum stilla upp í Havn, nú Annita á Fríðriksmørk bjóðar seg fram. Hon er annars forkvinna í tingbólki Tjóðveldis á tingi.

Fýra av løgtingslimunum hjá Javnaðarflokkinum bjóða seg somuleiðis fram, tey eru Heðin Mortensen, Helena Dam á Neystabø, Kristiann Winther Poulsen og Djóni Joensen.

Enn er ikki greitt, um fleiri verða, men millum teirra, sum hava luttikið nógv í kjakinum, eru serliga Annika Olsen úr Fólkaflokkinum og Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum.

Annars sæst á listanum, at tað eydnaðist Leivi Hansen, fyrrverandi borgarstjóra í Havn, at gerast millum teirra, ið veljast kann ímillum. Leivur Hansen var borgarstjóri í Havn frá 1997 til 2000. 

 

Meira langlesnaður