Átak móti sølu av tjóvagóðsi

2017-01-20 15:40 Author image
Dimma

Tað var í gjár at tiltakið móti sølu av tjóvagóðsi byrjaði í Danmark, og løgreglan í Føroyum er farin við í stríðið móti hyljarum (hæler).

Sambært løgregluni er endamálið við átakinum, at borgarar skulu verða meira tilvitaðir um, at innbrot í privatum heimum og søla av tjóvagóðsi hanga neyvt saman.

- Nógvir danskarar og eisini føroyingar keypa tjóvagóðs uttan at vita av tí. Endamálið við átakinum er sostatt at hjálpa borgarunum, soleiðis at tey ikki keypa stolnar vørur, tá tey ætla at keypa brúktar vørur á netinum – og harvið eisini gera tað trupult hjá tjóvunum at selja slíkar vørur, sigur løgreglan í einum tíðindaskrivi.

Ein sentralur partur av átakinum eru tvær lættar tilráðingar, ið minka um vandan fyri at keypa stolnar vørur.
Fyrra tilráðingin er at nýta MobilePay, tá ið brúktar vørur skulu keypast.

Seinna tilráðingin er, at hyggja eftir NEM ID hjá seljaranum.

- Her í Føroyum hava vit ikki kunnleika til, at hetta er ein stórur trupulleiki, men vit vita, at nógvir føroyingar keypa vørur á netinum í Danmark og tí meta vit tað vera neyðugt at kunna um hetta átakið, sigur løgreglan.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður