Tøgn á prenti

2016-07-04 08:30 Author image
Elisa Vang

- Mær dámar tøgnina. Og eg hyggi ofta. Bara hyggi. Alt kemur onkunstaðni frá. Men tað er sum um, at tað speglast, og fyri at síggja hvat tað er, hyggi eg inn í meg sjálvan.

Soleiðis sigur listamaðurin Marius Olsen um sínar stillu myndir, sum hann myndar við steini. Hann er einaráðandi og ein úrmælingur innan ta grafisku listina, sum ongantíð hevur havt tað betri í Føroyum enn júst nú. Takka veri Jan Andersen og Steinprent. Ein av avgjørdu dygdum Mariusar er at avmynda tøgnina í sínum myndum.

Persónurin Marius hoyrir eisini til teir stillu listamenninar. Hann ger lítið hóvasták burtur úr sær sjálvum, og hóast hann hevur havt verk við á hvørjari ólavsøkuframsýning, síðani hann var við fyri fyrstu ferð í 1983, tykist hann at flyta seg undir radaranum. Men nú er stór kaffiborðsbók útkomin við 179 verkum, sum hann hevur arbeitt við síðani 1980. Í stóru bókini hjá Mariusi eru grafiskar myndir, sum hann hevur evnað við linoleum, koparplátu og steini. Motiv sum landsløg, andlitsmyndir, kettur, rúm og myrkur eru nøkur av evnunum, ið ganga aftur.

- Sjálvsmynd er eitt motiv, sum eg arbeiði nógv við. Tað blívi eg við við. Tað liggur ein serlig fríheit í at gera sjálvsmyndir. Tá nýtist mær jú onga avtalu, sigur hann læandi.

Les alla samrøðuna við Marius Olsen í blaðnum Dimmalætting, sum kom í sølubúðirnar fríggjadagin.

 

placeholder

Meira langlesnaður