Tollækking á útflutningi til Suðurkorea

2017-01-20 10:17 Author image
Sigmund Vang

Í gjár hitti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Youngrok Choi, suðurkoreanska vararáðharran í skatta- og tollmálum, á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, har ið teir umrøddu handilsviðurskifti landanna millum.

Á skránni var støða Føroya á suðurkoreanska marknaðinum, har landsstýrismaðurin gjørdi vart við, at Føroyar eiga at fáa eins lagaligar tolltreytir í Suðurkorea, sum onnur WTO limalond.

Koreanski vararáðharrin váttaði í hesum sambandi, at Suðurkorea er í holt við at endurskoða sína lóggávu á økinum, og væntar at veita Føroyum sonevnda MFN støðu frá mars mánaða í ár. Tað merkir m.a., at tollurin á føroyskum laksi til Suðurkorea fer at lækka. Hetta er ein fyribilsskipan, meðan arbeitt verður við at fáa handilsviðurskiftini millum londini í eina fasta legu.

Eisini umrøddu partarnir eitt føroyskt uppskot um at fáa í lag eitt meira skipað samstarv á handilsøkinum, við tí fyri eyga at fáa betri tollsømdir fyri ávísar týdningarmiklar fiskavørur, sum eitt fyrsta stig í eini tilgongd fram ímóti eini fríhandilsavtalu landanna millum.

Suðurkoreanska sendinevndini jemur at vitja í Føroyum í dag. Av tí at Poul Michelsen, landsstýrismaður var í fundarørindum í Danmark longu hósdagin, hittust partarnir á fundi í í Keypmannahavn áðrenn Føroyavitkanina.

Koreanska vitjanin er partur av eini tilgongd, har ið Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur arbeitt eina tíð við málinum, og m.a. havt umboð í Suðurkorea í november í fjør.

Í dag skal koreanska sendinevndin hitta vararáðharrin Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og vitjað verður í Vinnuhúsinum og hjá alifyritøkuni Bakkafrost.

  

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður