Eingi tóm setur til útselda dystin móti Portugal

2016-06-09 16:03 Author image
Sigmund Vang

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, sigur við Dimma.fo, at áhugin fyri útselda dystinum ímóti Portugal í heyst, er somikið stórur, at tað neyvan verður eitt einasta tómt setur, tá dysturin byrjar. Eisini eru tiltøk nú sett íverk, soleiðis at fólk kanska virða bilettir sínar eitt sindur meira, enn tað hevur verið gjørt.

Bilettir til fótbóltslandsdystir hjá A-landsliðnum fara í framtíðini ikki altíð at kosta 100 krónur, so sum tað hevur verið galdandi. Nú verður støða tikin til hvønn landsdyst sær, og so verður prísur settur á. Til Portugal-dystin metti Fótbóltssambandið, at bilettirnar skuldu kosta millum 150 og 300 krónur. Trý kostnaðarstig vórðu brúkt – 150, 225 og 300 krónur.

- Dysturin ímóti Rumenia var serstakur. Millum annað var veðrið ikki so gott, tað var fermingarsunnudagur og so kostaðu allar bilettirnar altso 100 krónur, líka mikið hvar tú sat. Hetta hevði við sær, at nógv fólk ikki møttu, tó at tey høvdu keypt bilett, sigur aðarskrivarin.

Tær fyritøkur, sum stuðla landsliðnum, hava atgongd til sponsorbilettir í sambandi við dystir. Tað ber ikki til hjá Fótbóltssambandinum at krevja, at fyritøkurnar brúka hesar bilettir, men tá talan er um stórar dystir, plagar hetta ikki at vera nakar trupulleiki, verður sagt.

Tað kann leggjast afturat, at tær síðstu 1000 bilettirnar til Portugaldystin blivu seldar upp á bert tríggjar minuttir.

- Bilettirnar vóru tøkar klokkan 10 fyrrapart, og vit sóu, at tá klokkan var 10.03 vóru øll setur bíløgd. Tá klokkan var 10.07 vóru tey goldin og avgreidd, fortelur Virgar Hvidbro.

placeholder

Meira langlesnaður