Sting, Coldplay og túsund onnur hava kært YouTube

2016-07-02 12:42 Author image
Sigmund Vang

Nógv fólk brúka YouTube sum tónleikarás, tó at talan í flestu førum er um livandi myndir, og tað skal koma teimum, sum hava gjørt tónleikin, til góðar, meina tey túsund tónlistafólkini.

Tíðindastovan dpa hevur fingið hendur á einum avriti av kæruni, har heitt verður á formannin í ES-kommissjónini, Jean-Claude Juncker, um at arbeiða fyri, at reglurnar fyri upphavsrætt eisini skulu galda fyri YouTube, sum í løtuni ikki betalir nakað aftur til tónlistafólk, tá fólk leggja tónleik inn á síðuna.

ES-kommissjónin hevur váttað, at hon hevur móttikið kæruna frá tónleikarunum, og ein talsmaður sigur fyri dpa, at kommissjónin hevur verið í holt við at kanna, hvussu upphavsrættingini betri kunnu tryggjast á internetinum, í eina tíð.

Meira langlesnaður