Munur gjørdur á

2016-05-06 09:20 Author image
Dimma

Setti meg við áhuga at hyggja at FM svimjing í beinleiðis sjónvarpi í dag. Spennandi er at

síggja raskar svimjarar geva alt teir eiga og sjónliga vísa gleði sína yvir flott úrslit og góðar

tíðir.   

Tað var landsstýriskvinnan í mentamálum, sum fekk heiðurin at seta FM 2016 á stuttgeil, og

var hetta ein góð løta. Sum hon sjálv lýsti týdningin av svimjing, so vísti hon á, at svimjing

fevnir um alt, líka frá morgunfrúum til pinkubarnasvimjing, havsvimjing, parasvimjing,

skúlasvimjing til meistarasvimjing.

Ja, soleiðis verður parasvimjing av landsstýriskvinnuni heilt einfalt ikki bólkað í

meistarasvimjing, og landsstýriskvinnan gloymir kanska júst av somu orsøk at nevna, at

Krista Mørkøre, sum annars hevði verið við til FM kappingina hetta vikuskifti, í hesum

døgum er í Funchal til evropeiska meistaraskapið. Gott í landsstýriskvinnuna, at hon hon ikki

gloymir Pál Joensen, sum skal kappast í Rio í heyst. Undrist tó á, at hon ikki nevnir

paralympiska svimjaran, sum eisini í heyst fer at kappast í Rio og tá undir Merkinum.

Munur verður gjørdur á – neyvan við vilja – men lat okkum vera fevnandi og heldur gloyma

at gera mun á, enn at gloyma tað, sum vit sum tjóð eiga at síggja stórt í.

Við hesum verður ynskt føroysku svimjarum okkara í olympisku og paralympisku leikunum

bestu eydnu í Rio.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður