Toran sló niður undir fótbóltsdysti

2016-05-28 20:15 Author image
Dimma

Eini sekstan fólk komu til skaða undir einum fótbóltsdysti, tá toran sló niður í týska býnum Hoppstätten, sum liggur í vestara parti av landinum. Dómarin varð beinleiðis raktur og tvey onnur komu eisini álvarsliga til skaða tá toran brádliga sló niður. Tað var annars einki sum bendi á, at nakað tílíkt kundi henda, sambært Süddeutsche Zeitung, sum ber søguna. Toran kom av blaúm himni, har vóru hvørki skýggj ella regn, sum kundu givið ábendingar um toru.

Eisini í Fraklandi er ógvusligt toruveður, og fleiri eru komin til skaða í Paris, tá toran sló niður í eina park fyrr í kvøld. Fýra børn komu álvarsliga til skaða og vórðu flutt á sjúkrahús. Børnini høvdu verið til føðingardag, og vóru farin í parkina, tá tað fór at regna. Børnini leitaðu sær skjól undir einum træði, tá toran sló niður beint har.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður